Nýggjur dystur verður eftir summarsteðgin

Tilvildin ráddi, tí tað var so nógvur vindur, og so gjørdi dómarin av at gevast

B36 hevur vunnið seg í steypafinaluna. Tað er greitt, eftir at B36 fyrr í kvøld vann 3-0 ímóti TB og harvið samantalt 3-1.

 

Um tað verður HB ella Víkingur, sum verður hitt liðið í steypafinaluni, er ikki greitt. Eiler Rasmussen dømdi seinnu hálvfinaluna í Gøtu, og tá ið tað restaðu 20 minuttir gjørdi dómarin av bríksla dystin av.

 

-Vindurin var tá vorðin so nógvur, at tað ikki bar til at spæla. Í fyrra hálvleiki vóru líkindini hampuliga góð. So skifti hann ætt, og eftir steðgin var tráður vindur oman úr dalinum, greiðir Eiler Rasmussen frá.

 

Dómarin tosaði við liðformenninar báðar, áðrenn hann bríkslaði dystin av. Tá var tað, sum gekk fyri seg, so tilvildarligt, og bólturin lá fyri tað mesta í og kring brotsteigin hjá HB, sum hevði vindin ímóti. Eitt tað síðsta var, at Mikkel Dahl hjá HB hevði møguleika at sleppa heilt leysur, men vindurin tók bóltin frá honum.

 

Støðan var 1-1, tá ið teir góvust. Áki Debes Samuelsen legði HB á odda 1-0 við fínum skoti av brotsteigarmarkinum. Tað var longu í fjórða minutti, at HB økti um samantaldu leiðsluna til 2-0. Seks minuttir undan steðginum javnaði Víkingur. Eftir horna úr vinstru var tað Arnbjørn Svensson, sum við høvdinum setti bóltin í málið.

 

Ein møguleiki var, at tað í annaðkvøld varð spælt teir síðstu 20 minuttirnar. Soleiðis varð tað, um venjararnir báðir vóru samdir um tað. Men soleiðis verður tað ikki. Talan verður um nýggjan dyst. Tað er ikki avrátt enn, nær hann verður. Sum tað skilst, so verður hann ikki hesumegin summarsteðgin.

 

Sunnudagin fer Víkingur at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti B68, og HB fær sunnudagin vitjan av KÍ.