Í døgunum millum 25. juli og 11. august verður olympiska endaspælið í hondbólti leikt í París í Fraklandi.
Seks lið eru í tveimum innleiðandi bólkum, og tað er bert loyvt at hava 14 leikarar við til OL-endaspælið.
Danska manslandsliðið kom í bólk saman við vertunum, Fraklandi sum vann EM-finaluna móti Danmark í januar. Noreg og Ungarn eru eisini í bólkinum, umframt Egyptaland, so talan er um ein krútsterkan bólk.
Bólkur A: Svøríki, Spania, Kroatia, Týskland, Slovenia og Japan.
Bólkur B: Danmark, Noreg, Frakland, Ungarn, Egyptaland og Argentina.