VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í FINAL FOUR í Champions League

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum THW Kiel-Montpellier 31-21 (17-12)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel skulu kappast í FINAL FOUR í Champions League. Tað verður í Lanxess høllini í Köln, dagarnar 8. og 9. juni.

 

Elias var við í hópinum tá THW Kiel tók ímóti franska liðnum, Montpellier á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel. 

 

Kiel hevði eitt sera vánaligt útgangsstøðið. Montpellier vann fyrra dystin 39-30 (20-16), og tí kravdi tað ein 10-málssigur til Kiel, um teir skuldu vinna seg til FINAL FOUR.

 

Og tað eydnaðist akkurát. Kiel var á odda 17-12 í steðginum, men leingi í seinna hálvleik var Montpellier væl við. Men við støðuna 27-21 fekk Kiel stongt málið, og samstundis skorað fýra mál, so Kiel vann dystin 31-21, og harvið ein ótrúligan samlaðan 61-60 sigur í fjórðingsfinalunum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá tí ótrúliga 31-21 (17-12) sigrinum hjá THW Kiel:

 

##med2##