OL undankapping: Noreg og Ungarn komu væl frá landi

Noreg, Ungarn, Portugal og Tunesia kappast í OL-undankapping í Ungarn í hesum døgum

Norska manslandsliðið í hondbólti er saman við Ungarn, Portugal og Tunesia í gongd við eina OL-undankapping í Tatábanya í Ungarn.

 

Talan er um bólk 3 í OL-undankappingingi

 

Teir fyrstu dystirnir blivu spældir hósdagin, og eydnaðist tað Noregi at vinna á Portugal. Samstundis vann Ungarn á Tunesia.

 

Noreg - Portugal 32-29 (18-13)

 

Toppskjúttar Noreg: Simen Ulstad 6, Sander Sagosen 6, Alexandre Christoffersen 5.

 

Toppskjúttar Portugal: Luis Frade 8, Martim Costa 5, Francisco Costa 5.

 

Ungarn-Tunesia 33-24 (17-10)

 

Toppskjúttar Ungarn: Mate Lekai 6, Bence Imre 4, Bendeguz Boka 4, Richard Bodo 4.

 

Toppskjúttar Tunesia: Issam Rzig 4, Mohamed Aziz 4, Anouar Ben Abdallah 4.

 

Ungarn og Noreg hava tvey stig hvør. Portugal og Tunesia hava einki stig.

 

Noreg fær tað torført móti vertstjóðini, Ungarn, men skuldi havt góðar møguleikar at vunnið á Tunesia. Tvey tey fremstu liðini vinna seg til OL-endaspælið í París.

 

16. mars:

Portugal – Tunesia, kl. 16.

Noreg – Ungarn, kl. 18.30.

17. mars:

Tunesia – Noreg, kl. 17.30.

Ungarn – Portugal, kl. 20.