Óli var toppskjútti tá Sävehof vann seg í finalurnar

Sävehof fekk hevnd fyri taptu finalurnar í fjør við at senda Kristianstad út í hálvfinalunum

Mynd: Göteborgsposten

Annað árið á rað skulu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spæla finalur um svenska meistaraheitið.

 

Sävehof vann í kvøld á heimavølli í Partille eisini tað triðju hálvfinaluna móti verandi meistarunum, Kristianstad.

 

Sävehof vann dystin 31-27. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. 

 

ÓIi var toppskjútti hjá Sävehof við seks málum, og sum vant legði hann upp til fleiri mál hjá sínum liðfeløgum. 

 

Í fjør sveið tað djúpt hjá Óla, Eliasi og liðfeløgunum í Sävehof at tapa finaluuppgerðina 2-3 fyri Kristianstad, men í kvøld fekk Sävehof hevnt tapið við at vinna 3-0 í hálvfinaluuppgerðunum.

 

Sävehof skal spæla tað fyrstu finaluna 20. mai, aðru finaluna 22. mai og triðju finaluna 24. mai.

 

Ein møgulig fjórða finala verður leikt 28. mai, og ein møgulig fimta finala verður leikt 30. mai. 

 

Sävehof vann grundspælið, og verður brúk fyri at spæla fimm finalur, so fær Sävehof tríggjar finalur á heimavølli. 

 

Sävehof møtir antin Ystad ella Önnered i finalunum. Í løtuni er Ystad á odda 2-1 í hálvfinaluuppgerðunum. 

 

 

 

Mynd: Göteborgsposten