Orrusta um Frederik Holst

Betri deildin menn: Tað samsvarar ikki millum útmeldingarnar hjá Frederik Holst og 07 Vestur

Tað var stórur dagur hjá 07 Vestur, tá teir fyri kappingarbyrjan presenteraður Frederik Holst sum nýggjan spælara í felagnum. Hann hevur eina av flottastu yrkisleiðunum, sum nakar spælari hevur havt í føroyskum fótbólti, men í summar er tað liðugt.

 

Ella tað sigur Frederik Holst við Tipsblaðið. Hann boðar har frá, at hann nú gevst í 07 Vestur og flytur aftur til danskan fótbólt. Millum annað tí at hann skal verða pápi í næstum. Trupulleikin er bara, at ongin í 07 Vestur hevur góðkent, at sáttmálabundni spælarin skal aftur til Danmarkar.

 

Tað sigur formaðurin í 07 Vestur, Jens Kristian Haraldsen, við FM1. Hann sigur víðari, at nú má leiðslan taka ein fund og finna útav hvussu hendan orrustan verður loyst. FM1 skrivar víðari, at Frederik Holst er í Danmark í løtuni.

 

13. umfar í Betri deildini verður um vikuskiftið. 07 Vestur fær leygarkvøldið vitjan av HB.