OYL 23: Eyðrið vann silvur í 400 metrar frí

Svimjararnir eru aftur í gongd við at vinna Føroyum heiðursmerki

Eyðrið Mortensen hevur aftur gjørt vart við seg í svimjihøllini á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Fyri løtu síðani vann Eyðrið silvur í kappingini 400 metrar frí.

 

Tíðin hjá Eyðrið var 4:20.41. 

 

Kyra Rabess úr Caymanoyggjunum vann kappingina greitt við tíðini 4:15.78.

 

Orla Rabey úr Guernsey vann bronsu við tíðini 4:21.86.