OYL 23: Fossar inn við heiðursmerkjum í svimjihøllini á Guernsey

Her eru føroysku heiðursmerkjavinnararnir í svimjihøllini á oyggjaleikunum á Guernsey

 

 

 

 

Aftur í kvøld vinna føroysku svimjararnir nógv heiðursmerki á oyggjuleikunum á Guernsey. 

 

Elisabeth Erlendsdóttir hevur vunnið enn eitt gullheiðursmerkið. 

 

Í kvøld vann Elisabeth kappingina í 50 metrar bringu. Vinnaratíðin hjá Elisabeth var 28.49.

 

Nummar tvey var Tatiana Tostevin úr Guernsey við tíðini 28.83. Nummar trý var Gemma Atherley úr Jersey við tíðini 29.07.'

 

Jóhanna Ólavsdóttir vann silvur í 200 metrar firvald. Tíðin hjá Jóhonnu var 2:22.09.

 

Orla Rabey úr Guernsey vann kappingina við tíðini 2:16.26. Clara Ginnis úr Jersey vann bronsu við tíðini 2:23.71.

 

Eyðrið Mortensen vann silvur í 800 metrar frí. Tíðin hjá Eyðrið var 9:00.04.

 

Kyra Rabess úr Caymannoyggjunum vann kappingina við tíðini 8:46.33. Clara Ginnis úr Jersey vann bronsu við tíðini 9:05.84.

 

Líggjas Joensen vann bronsu í 400 metrar frí. Tíðin hjá Líggjasi var 4:00.24.

 

Isaac Dodds úr Jersey vann kappingina við tíðini 3:57.01. Matthew Deffains úr Jersey vann silvur við tíðini 3:59.78.

 

Bartal E. Eidesgaard vann bronsu í 200 metrar bringu. Tíðin hjá Bartali var 2:19.49.

 

Ronny Hallett úr Guernsey vann kappingina við tíðini 2:17.89. Elias Lyth úr Gotlandi vann silvur við tíðini 2:18.27.

 

Alisa Bech Vestergaard vann bronsu í 100 metrar frí. Tíðin hjá Alisu var 57.83.

 

Gemma Atherley úr Jersey vann kappingina við tíðini 57.35. Alison Jackson úr Caymanoyggjunum vann silvur við tíðini 57.51.

 

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Jóhanna Ólavsdóttir og Alisa Bech Vestergaard vunnu silvur í 4 x 100 metrar frí stafettini.

 

Tíðin hjá teimum var 4:18.71. Guernsey vann við tíðini 4:18.71. Jersey gjørdist nummar trý við tíðini 4:18.76.

 

Heini Mohr Askham, Ísak Dag Brisenfeldt, Bartal Erlingsson Eidesgaard og Líggjas Joensen vunnu bronsu í 4 x 100 metrar frí stafettini.

 

Tíðin hjá teimum var 3:27.28. Oyggin Man vann við tíðini 3:24.19. Jersey var nummar tvey við tíðini 3:25.24.

 

Í blandaðu stafettini 4 x 50 metrar frí gjørdust Føroyar nummar fimm.

 

Tíðin hjá Bartali Erlingssyni Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir, Rólandi Toftum og Alisu Bech Vestergaard var 1:40.32.

 

Jersey vann blandaðu stafettina við tíðini 1:38.30.