Patrik og liðfelagarnir eru bert eitt stig frá oddinum

Breiðablik vann á heimavølli í kvøld

Patrik Johannesen var á vøllinum í 70 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik tóku móti KA í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á Kópavogsvøllinum í kvøld.

 

Tað eydnaðist Breiðablik at vinna dystin 2-1. Patrik hevði onkran góðan málmøguleika, men hann var ikki millum málskjúttarnar í kvøld.

 

Breiðablik-KA 2-1 (1-0)

1-0 sjálvmál ('43)

1-1 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('50 )

2-1 Viktor Karl Einarsson ('74 )

 

Patrik og liðfelagarnir eru nú bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Víking Reykjavík sum hevur Gunnar Vatnhamar sum ein av berandi leikarunum.

 

Komandi sunnudag klokkan 20.15 tekur Breiðablik móti Akranesi á heimavølli. 

 

Kvøldið fyri klokkan 20.15 tekur Víkingur móti KR á heimavølli.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirVJTMálmunur+/-Stig
1Víkingur Reykjavík1182127:121526
2Breiðablik1181226:131325
3Valur1164125:141122
4ÍA1051420:14616
5Stjarnan1151521:20116
6FH1042418:20-214
7Fram1034313:14-113
8KR1032519:21-211
9HK1031610:18-810
10Vestri1031613:23-1010
11Fylkir1021715:27-127
12KA1012714:25-115