Petur og NSÍ vunnu trivaligan sigur

Petur Knudsen var arkitekturin, tá ið NSÍ við sigri í Fuglafirði styrkti um sína støðu í kappingini um europeisk atgongumerki

Menning Debes Geyti fegnast saman við liðfeløgunum um 1-0 NSÍ málið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann skoraði í bestu deildini

Síðsti dystur í 13. umfari er liðugur. Hann var í Fuglafirði, har ÍF í oyggjauppgerð hevði vitjan av NSÍ.

 

NSÍ riggar til at fara út aftur um Varmakeldueið og Gøtueið við trimum stigum. NSÍ vann 3-0, og sigurin ber við sær, at teir gulu og svartu styrkja um sína støðu á fjórða plássi, sum kann fara at vísa seg at bera atgongd til europeiska kapping næsta summar við sær.

 

NSÍ hevur 22 stig, og B36 er á fimta plássi við 17 stigum.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði vongverjin í høgru Meinhard Debes Geyti ein minutt undan steðginum. Uppleggið átti miðvallarin Beinir Nolsøe. Hetta var 32. dysturin í bestu deildini hjá Meinhardi D. Geyta, og í dag var tað fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í bestu deildini.

 

Tað var ikki undir í, um heimamenninir kendu seg vónsviknar, tá ið teir fóru at hvíla seg, tí talan var um javnan fyrra hálvleik, har ÍF eisini hevði sínar møguleikar. Tólv minuttir eftir steðgin fór Uros Stojanov av vøllinum. Hann er støðugt skaðadarvaður, og hann avrikar ikki longur soleiðis, sum hann gjørdi, tá ið hann fyrstu ferð var í Fuglafirði.

 

Stóri maðurin í Fløtugerði í góðveðrinum í dag var Petur Knudsen hjá NSÍ. Hann átti uppleggið úr vinstru, tá ið Steffan A. Løkin við fremra stólpa sleitt bóltin í handara síðunetið. Tá restaði eitt stórt korter, og Petur Knudsen staðfesti 3-0 sigurin seks minuttir undan leikloki. Innskifti Búi Egilsson átti snildu sendingina fram millum ÍF verjuspælararnar, og Petur Knudsen rann frá verjuni, áðrenn hann setti bóltin framvið málverjanum og dygst inn við handaru stólparót.

 

Tá ið støðan var 2-0, hevði ÍF gott tak á spælinum, og tað vóru fleiri spentar støður í NSÍ brotsteiginum. Kristian Joensen í NSÍ málinum bjargaði onkra ferðina heilt væl, og Dánjal á Lakjuni hevði tvær góðar royndir, uttan at tað eydnaðist ÍF at fáa bóltin í málið og harvið at kveikja spenning í aftur.

 

ÍF er aftast við trimum stigum. Næsta avbjóðingin hjá ÍF verður um eina viku, tá ið B36 verður gestur í Fløtugerði. NSÍ fær um eina viku vitjan av EB/Streymi.

 

Menning Debes Geyti fegnast saman við liðfeløgunum um 1-0 NSÍ málið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann skoraði í bestu deildini