Nýggi Tesla skannarin í Klaksvík (Myndir: Dávur Winther]

Prostatakanningar í september ella oktober í ár

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann

Nýggi Tesla skannarin í Klaksvík (Myndir: Dávur Winther]

Tað er í svari upp á ein grein 52a fyrispurningí tingskipanini um vantandi nýtslu av nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, at Margit Stórá greiðir frá um prostatakanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Spurningarnir hjá løgtingsmanninum vóru soljóðandi:

 

  1. Fyriliggur ein ítøkilig verksetingarætlan fyri at taka í nýtslu nýggja MR-skannaran í Klaksvík?
  2. Hvat er status við at fáa útbúgvið fólk til at brúka MR-skannaran í Klaksvík til tað, hann skal og kann nýtast til?
  3. Hví eru tær mannagongdir, sum nú verða eftirlýstar í sambandi við prostataútgreining, ikki klárar - vitandi um í longri tíð, at skannarin var á veg?
  4. Nær kunnu prostataskanningar gerast í Klaksvík?

 

Landsstýriskvinnan svarar til teir báðar fyrri spurningarnar, at sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina ætlan fyri íverksetanina og í hesum sambandi eisini eina tíðarætlanin. Ætlanin var klár í byrjanini av 2024, og tað er hendan ætlanin sum verður fylgd.

 

– Eftir at skannarin var klárur 21. mai í ár, varð fyrsta vikan merkt av fyrireiking og uppseting av kanningum. Harumframt eru tað fram til tann 7. juni í ár framdar 45 skanningar við nýggja skannaranum. T.d. er talan um skanningar av heila, nakka, rygggeiðslum, lendageiðslum, akslum, mjadnum, knøum og fótliðum.   

 

– Í ætlanini er eisini hædd tikin fyri førleikamenning av heilsustarvsfólki, soleiðis at klárt verður at gera prostatakanningar í september ella oktober í ár, sigur Margit Stórá.

 

Til hinar báðar spurningarnar svarar landsstýriskvinnan soleiðis:

 

Ein 3T MR-skannari hevur framkomna tøkni, sum Sjúkrahúsverkið ikki hevur havt áður. Sostatt er neyðugt at tryggja, at radiografarnir í MR-toyminum fáa upplæring og royndir, og tað verður m.a. gjørt við at gera kanningar, av so sum heila, liðum og ryggi. Hetta eru kanningar, sum frammanundan verða gjørdar í Sjúkrahúsverkinum á 1,5T MR-skannara.

 

Prostatakanning er kompleks á ymiskan hátt, sum umframt upplæring og royndir, eisini krevur førleikamenning av starvsfólki og avtalu við røntgendeild uttanlands, sum m.a. kann tulka tílíkar myndir. Sambært tíðarætlanin hjá Sjúkrahúsverkinum fyri íverksetanina av MR-toyminum og 3T MR skannaranum, sum var klár í byrjanini av 2024, verða hesi viðurskifti komin upp á pláss og klárt er at gera prostata kanningar í september ella oktober í ár.

 

Nýggi Tesla skannarin í Klaksvík (Myndir: Dávur Winther]