Putin er lendur í Norðurkorea fyri fyrstu ferð í 24 ár

Væntandi fara Vladimir Putin og Kim Jong-un undir ríkisvitjan at skriva undir avtalu um umfatandi samstarv

Russisk forsetin Vladimir Putin er í dag komin til Norðurkorea.

Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfax sambært Reuters.

Vitjanin er eftir innbjóðing frá leiðaranum í Norðurkorea Kim Jong-un.

Putin hevur eina ferð áður vitjað Norðurkorea. Tað var í 2000. Tað var, bara fáar mánaðir eftir at hann hevði tikið við sum forseti í Russlandi. Ta ferðina hitti hann pápa Kim, Kim Jong-il.

Áðrenn Putin lendi á flogvøllinum í Pyongyang, frættist úr Kreml, at Putin og Kim Jong-un undir vitjanini fara at skriva undir eina umfatandi avtalu um samstarv millum bæði londini.

Putin hevur góðkent uppskot til avtalu, sum er russiska uttanríkisráðið hevur gjørt, søgdu russiskir embætismenn undan vitjanini.

Avtalan skal eftir ætlan persónliga undirskrivast av bæði Vladimir Putin og Kim Jong-un.

Tað frættist einki í dag um, hvat avtalan snýr seg um.

Men Putin hevur áður sagt, at hann undir ríkisvitjanini fer at styrkja handils- og trygdarbondini til Norðurkorea og stuðla landinum ímóti USA.

Nato aðalskrivarin Jens Stoltenberg, segði í kvøld á felags tíðindafundi við Antony Blinken, amerikanska uttanríkisráðharranum, at verjusamgongan er stúrin um møguliga stuðulin, sum Russland kann veita rakett- og kjarnorkuætlanum í Norðurkorea.

/ritzau/