Russiskir hermenn, sum eru heiðraðir fyri hetjuavrik undir álopinum í Ukraina, lurtaðu í gjár eftir Vladimir Putin forseta, sum greiðir frá stóra talinum av russiskum hermonnum, sum eru við í sonevnda serliga átakinum í Ukraina. - Foto: Alexander Kazakov/Reuters

Putin: Vit hava næstan 700.000 hermenn í Ukraina

Russiski forsetin sigur, at tað er neyðugt at frá hermótið nærri Kharkiv fyri at steðga yvirgangsálopum

Russiskir hermenn, sum eru heiðraðir fyri hetjuavrik undir álopinum í Ukraina, lurtaðu í gjár eftir Vladimir Putin forseta, sum greiðir frá stóra talinum av russiskum hermonnum, sum eru við í sonevnda serliga átakinum í Ukraina. - Foto: Alexander Kazakov/Reuters

Í eini røðu í gjár segði Vladimir Putin, forseti, at Russland hevur sett inn næstan 700.000 hermenn í Ukraina.

Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Hann sigur samstundis í sjónvarpsrøðuni, at Russland noyiðst at trýsta hermótið nærri ukrainska býnum Kharkiv fyri at minka um talið av »yvirgangsálopum« ímóti russiska býnum Belgorod.

– Í økinum við okkara serligu hernaðarliga átaki eru næstan 700.000 hermenn, sigur hann í sambandi við heiðursmekjahandan til hermenn, sum hava verið í álopinum í Ukraina.

Í desember á árliga tíðindafundinum segði hann talið av hermonnum í Ukraina vera 617.000. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Russland fór í mai undir eitt størri landálop í landnyrðingspartinum av Kharkiv.

Russiska stjórnin tosar næstan ongantíð um talið av deyðum hermonnum í Ukraina. Seinast, tað var eitt alment tal, var í september í 2022. Tá æt tað, at 5937 russarar vóru deyðir.

Men óheftir vesturlendskir greinarar og fregnartænastur meta, at tíggjutúsundtals av russiskum hermonnum eru falnir í Ukraina.

Putin legði fyrr á degnum fram eitt uppskot um eina friðarætlan. Afturfyri at steðga krígnum í Ukraina krevur Russland, at fýra ukrainsk øki skulu vera partur av Russlandi. Samstundis má Ukraina ongantíð gerast limur í Nato.

Tað varð alt fyri alt sópað av borðinum av bæði Ukraina og vesturlendsku sameindu.

/ritzau/