Ramaphosa tikin í eið sum forseti í Suðurafrika

Cyril Ramaphosa varð í dag tikin í eið sum forseti í Suðurafrika. Talan er um annað skeið hansara.

Cyril Ramaphosa veitrar, áðrenn hann í dag varð tikin í eið sum forseti í Suðurafrika aftur. - Foto: Kim Ludbrook/Ritzau Scanpix

Ramaphosa er leiðari í ANC, sum á valinum í mai fyri fyrstu ferð misti meirilutan í landsins tjóðartingi.

Men Ramaphosa fekk kortini stuðul í tjóðartinginum.

Hanns tendur nú á odda fyri einum stjórnarsamstarvið millum ANC og millum annað Demokratisku Alliansuna (DA), sum gjøgnum árini hevur verið størsti kappingarneyti hjá ANC.

– Eg, Matemela Cyril Ramaphosa, svørji, at eg nú vil vera trúgvur ímóti Lýðveldinum Suðurafrika og vil lýða, halda, og varðveita og halda við líka grundlógina og allar aðrar lógir lýðveldisins, segði 71 ára gamli forsetin.

/ritzau/AFP

 

Cyril Ramaphosa veitrar, áðrenn hann í dag varð tikin í eið sum forseti í Suðurafrika aftur. - Foto: Kim Ludbrook/Ritzau Scanpix