Týsdagin 16. apríl vardi Rannvá Dahl ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast “Insulin stimulation of L-carnitine uptake in skeletal muscle in patients with primary carnitine deficiency and the metabolic state of the skeletal muscle”.
Hetta skrivar gransking.fo.
Rannvá Dahl hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Biomedicinsk Institut á Københavns Universitet. Vegleiðarar hava verið Steen Larsen og Clara Prats Gavalda, bæði lektarar á Biomedicinsk Institut.
Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.
Í metingarnevndini vóru
Charlotte Mehlin Sørensen, lektari á Biomedicinsk Institut, Københavns Universitet, forkvinna, Ryan Godsk Larsen, lektari á Institut for Medicin og Sundhedsteknologi á Aalborg Universitet og Francis Stephens, professari á University of Exeter.
Verjan gekk sera væl, skrivar gransking.fo og har er eisini enskur samandráttur av rirgerðini.
Á myndini er Rannvá Dahl í miðjuni saman við vegleiðarum og metingarnevndarlimum.