Regn og ælaveður

Forsøgn frá Veðurstovuni galdandi til á middegi í morgin: Frískur vindur upp í strúk vestan, 5 til 10 m/s, sum lækkar niður í útsynning, skýggjað við regni og ælaveðri

Út á kvøldið minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og ættin fer yvir í landsynning, skiftandi skýloft og eitt skifti turt.

 

Sum líður út á náttina veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 12 stig.

 

Hósdagur

 

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið lækkar hann niður í sunnan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og sum frálíður regn. Hitin 8 til 12 stig.

 

Fríggjadagur

 

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin fer hann niður í sunnan og minkar vindin niður í eitt lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.

 

Leygardagur

 

Frísk lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seint seinnapartin veksur vindurin upp í ein strúk, 13 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið støkkur hann upp í útsynning, og tað slítur í, tó okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 13 stig.

 

Sunnudagur

 

Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, klárt ella smáskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og frameftir frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hitin 9 til 13 stig.

 

Mánadagur

 

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, klárt ella smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Seinnapartin makar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, meðan hann lækkar niður í sunnan. Um kvøldið gongur hann upp í landsynning, tað dregur á luftina, og sum frá líður er samdrigið og samregn. Hitin 8 til 14 stig.