Royna aftur at lumpa fólk á netinum

Aftur í dag hava fólk ringt til løgregluna um, at tey hava fingið sms ella teldupostar, sum síggja illgrunasamir út. - Hetta er enn einaferð svik og ein roynd at lumpa fólk, sigur løgreglan.

 

Á netinum gongur so mangt fyri seg, og tað er so avgjørt ikki alt, tú skalt svara upp á - ei heldur geva gætur.

 

Soleiðis er eisini í dag, har fólk hava ringt til løgregluna og sagt, at tey fáa illgrunasom sms og teldupostar. 

 

"Kære venner fra Færøerne... "

 

- Soleiðis byrjar sms'ið, sum fleiri hava fingið í dag, sigur løgreglan, sum heitir á fólk um ikki at fylgja teirri slóð, sum biðið verður um.

 

Í sms-boðunum verður sagt, at fólk kunnu fáa fíggjarliga hjálp til at keypa neyðsynjarvørur fyri.

 

Men, vaktleiðarin sigur, at hetta enn einaferð er ein roynd at lumpa pengar frá fólki, og tað vildi verið spell, um nakar læt seg lumpa.

 

- Í løtuni vita vit ikki um nakran, sum hevur mist pengar - ella hevur latið frá sær upplýsingar, sum tey ikki skuldu havt gjørt.

 

Løgreglan heitir á fólk um ikki at fylgja teirri slóð, sum avsendarin biðir um, men heldur at sletta sms'ið ella teldupostin. 

 

- Vit vita í løtuni ikki, hvør veruligi avsendarin er, men hetta er enn einaferð ein roynd at lumpa fólk, verður lagt aftrat.