Rúsevnakoyring hevur yvirhálað rúsdrekkakoyring

Meðan rúsdrekkakoyring hevur eitt promillumark á 0,2, er ein sokallað 0-toleransa galdandi, tá talan er um rúsevnakoyring.

 

Tað er javnan, vit frætta frá løgregluni, at bilførarar verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum, og ein slík hending var aftur í gjár.

 

Tá varð enn ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

 

- Í slíkum føri kann talan vera um rúsevni ella heilivág, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. 

 

Líkt er til, at mynstrið er broytt seinastu tíðina, soleiðis at tað nú eru fleiri bilførarar, sum verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

 

Sambært www.dimma.fo, sum hevur hagtøl hjá løgregluni at vísa á, hevur rúsevnakoyring nú yvirhálað rúsdrekkakoyring.

 

Tað siga í øllum førum hagtølini hjá løgregluni fyri árið í ár.

 

Heimasíðan veit at siga, at talið av bilførarum, sum higartil í ár eru tiknir fyri rúsevnakoyring, er komið upp á 22.

 

Í sama tíðarskeiði hevur løgreglan, sambært heimasíðuni hjá Dimmu, tikið 15 bilførarar, sum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at meðan rúsdrekkakoyring hevur eitt promillumark á 0,2, er ein sokallað 0-toleransa galdandi, tá talan er um rúsevnakoyring.