Russiskt bumbuflogfar dottið niður í Kaukasus

Eitt russiskt bumbuflogfar av salgnum Su-34 er dottið niður á einum royndartúri í fjallalendi í Kaukasus

 

Eitt russiskt bumbuflogfar av slagnum Su-34 er í dag dottið niður í Kaukasus. Tað hendi undir eini vanligari venjing og orsøkin er sannlíkt ein tekniskur feilur.

Tað sigur russiska verjumálaráðið í ríkistíðindastovuni RIA.

Øll umborð á flogfarinum lótu lív, verður sagt.

– Í lýðveldinum Norðurossetian-Alania, í einum fjallalendi, datt eitt Wu-34 hjá russisku loftdeildunum undir eini vanligari royndarflúgving, sigur verjumálaráðið sambært RIA.

– Flogfarið datt niður í einum økið langt burtur. Øll umborð eru deyð, verður sagt.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv vóru umborð á flogfarinum, men sambært Forbes eru tvey setur í flogfarinum.

Su-34 flogførini eru millum tey mest nýtímans bumbuflogførum hjá Russlandi – og harvið týdningarmikil fyri russiska krígsførslu.

Ukraina segði seg seinast í apríl sambært BBC at hava rakt og oyðilagt seks russisk stríðsflogfør, sum stóðu á eini hernaðarstøð í syðra Russlandi í økinum Rostov.

Keldur upplýstu tá fyri BBC, at støðin hýsti flogførum av bæði slagnum Su-27 og Su-34, sum verða brúkt á hermótinum í Ukraina.

Ukrainksi herurin segði í desember, at hann hevði skotið niður trý russisk bumbuflogfør í sygra partinum av Russlandi – eiini av slagnum Su-34.

/ritzau/Reuters