Sami persónur skrásettur fyri tvey harðskapsmál í nátt

- Tað var ein persónur, sum í tveimum førum leyp á aðrar persónar, sigur løgreglan.

 

Løgreglan hevði eina rímiliga friðarliga nátt, til skeinkistøðini lótu aftur. Tá fekk løgreglan tvær fráboðanir um harðskap í Havn.

 

- Tað var ein persónur, sum í tveimum førum leyp á aðrar persónar. Soleiðis var her talan um tvey mál, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Løgreglan handtók í nátt ein persón, og løgreglan veit eisini, hvørjir persónarnir eru, sum harðskapurin eftir øllum at døma gekk út yvir.

 

-  Vit hava skrásett hendingarnar í nátt sum tvey harðskapsmál, men fleiri avhoyringar skulu gerast.

 

Tá avhoyringarnar eru lidnar, veit løgreglan betur, hvør samanhangurin er í hesum báðum málunum.

 

Vaktleiðarin visti eisini at siga frá einum herverki í Havn, har tveir túrar eru brotnir. Sambært løgregluni er ikki líkt til, at nakað er stolið.