Scholz: - Uppskotið kann ikki takast í álvara

Nato-ovastin, Jens Stoltenberg, sigur á tíðindafundi, at uppskotið hjá russiska forsetanum slett ikki kann góðtakast.

Týski kanslarin, Olaf Scholz, sigur í einari samrøðu, at hann hevur onga tiltrúgv til sonevnda friðaruppskotið hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

 

Hetta skrivar tíðindastovan, Reuters.

 

- Øll vita, at uppskotið er ikki meint í álvara, men hevur nakað við friðarráðstevnuna í Sveis at gera, og her er tað týska sjónvarpsrásin ZDF, sum endurgevur kanslaran. 

 

Seinastu dagarnar hevur Olaf Scholz luttikið á G7-toppfundinum í Bari í Italia.

 

Tað var í gjár, at russiski forsetin segði, at hann vildi gevast við krígnum í Ukraina, um ukrainski herurin tekur seg úr teimum fýra regiónunum, sum Russland partív hevur hertikið í Ukraina.

 

Ein onnur treyt hjá russiska forsetanum er, at Ukraina tekur sína umsókn um limaskap í Nato aftur.

 

- Hetta er eitt ultimatum, sum ikki er øðrvísi enn annar boðskapur úr Russlandi, segði ukrainski forsetin, sum eisini var við á G7-toppfundinum.

 

Eisini Nato-ovastin, Jens Stoltenberg, sigur á einum tíðindafundi, at uppskotið hjá russiska forsetanum slett ikki kann góðtakast.

 

- Hetta er ikki eitt friðaruppskot, men eitt uppskot, sum hevði ført til, at Russland tekur enn meira ukrainskt landaøki, og hetta vísir, at Russland vil hava ræðið yvir Ukraina, segði Jens Stoltenberg.