SMS: Stórsigrar til H71, Kyndil og Neistan

Kapprenningin um annað plássið í SMS-deildini millum Neistan og H71 er enn opin

Seinnapartin vóru tríggir dystir leiktir í SMS-deildini.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 37-18 á Stjørnuni. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 15-9.

 

Toppskjútti hjá H71 við 10 málum var Anna Elisabeth H. Weyhe. Toppskjútti hjá Stjørnuni var Ella Lionsdóttir Samson, ið skoraði fýra mál.

 

H71 er enn í harðari kapprenning við Neistan um at røkka øðrum plássinum, og harvið vinna seg beinleiðis í FM-hálvfinalurnar. 

 

Hjá Stjørnuni sær tað nú rættiliga svart út at fáa EB aftur á sætta plássinum, og harvið røkka FM-fjórðingsfinaluni.

 

Í høllini á Skála vann Neistin 35-26 á StÍF. StÍF var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Neistin bert á odda 15-14. Tá 45 minuttir vóru leiktir var enn spenningur í dystinum, og Neistin var á odda 23-21. Men so skoraði Neistin fimm mál á rað, og var á odda 28-21, og so bleiv ikki spenningur aftur í dystinum.

 

Natasja Hammer og Yuika Kurimoto vóru toppskjúttar hjá StÍF við seks málum hvør. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vunnu kyndilskvinnur stórsigur 44-27 á VÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 22-13.

 

Enn eina ferð var Turið Arge Samuelsen toppskjútti hjá Kyndli. Hesaferð við 13 málum. Toppskjútti hjá VÍF var Anita Muratovic við seks málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Stjørnan 37-18 (15-9)

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Neistin 26-35 (14-15)

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Kyndil-VÍF 44-27 (22-13)

 

##med4##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1963046316735
 NEISTIN1959449010428
 H71185684779125
 STÍF185245121222
 VÍF195605352520
 EB19490573-8311
 STJØRNAN19471593-1228
 VB19446640-1941