SMS: VÍF vann á Neistanum - Kyndil hevur vunnið grundspælið

Alt er opið í stríðnum um annað plássið í SMS-deildini

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Í høllini í Vestmanna tók VÍF móti Neistanum.

 

Tað eydnaðist VÍF at vinna dystin 24-22. Í steðginum var Neistin á odda 12-10. Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 22-22. Seinastu løtuna eydnaðist tað VÍF at skjóta tvey mál uttan, at Neistin megnaði at svara aftur.

 

Rannvá Olsen var toppskjútti hjá VÍF við seks málum. Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. 

 

Úrslitið merkir, at Kyndil við 33 stigum er staðfestur vinnari av grundspælinum í SMS-deildini. Neistin hevur 26 stig á øðrum plássinum, og tær kunnu í mesta lagi røkka 32 stigum. H71 er trý stig aftanfyri, og StÍF er fýra stig aftanfyri Neistan. Bæði liðini hava leikt ein dyst færri enn Neistin.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum VÍF-Neistin 24-22 (10-12):

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1858643615033
 NEISTIN185594649526
 H71175314597223
 STÍF174984772122
 VÍF185334914220
 EB18465553-889
 STJØRNAN18453556-1038
 VB18426615-1891