Soleiðis kann tað gerast bíligari at byggja

- Tað er óneyðug umsiting at hava mvg á byggitilfari og handverkaralønum til sethúsabygging og síðan veita rentustuðul ístaðin. Tað gevur onga meining, heldur Brandur Sandoy, timburmaður

- Ein háttur at gjørt tað bíligari hjá ungum familjum at sett búgv, kundu verið at tikið mvg’ið av byggitilfari og handverkaralønum, tá ræður um nýbygging.

Tað heldur Brandur Sandoy, timburmaður, sum eigur og rekur byggifyritøkuna, Sandoy Smíð.

Hann heldur tað vera óneyðuga umsiting fyrst at krevja inn mgv inn í landskassan, og at landskassin síðan veitir rentustuðul, so leingi lán er í sethúsaognini.

- Samanumtikið rindar landskassin yvir lánstíðina umleið líka nógv í rentustuðli, sum tað hevði kostað landskassanum at tikið mvg’ið av byggitilfari og handverkaralønum til nýbygging.

Brandur Sandoy heldur, at soleiðis, sum skipanin nú er skrúvað saman, er hetta tann reina umsiting, sum bara er steinur oman á byrðu hjá ungum familjum, sum hava trupult við at fáa tak yvir høvdið, soleiðis sum prísirnir eru í dag.

- Vit loyva eitt nú ferðavinnuni undan mvg. Høvdu myndugleikarnir eisini sæð tað skilagóða í at tikið mgv’ið av byggitilfari og handverkaralønum til nýbygging av sethúsum, hevði hetta lætt um hjá nógvum, og tað hevði uttan iva verið lættari hjá ungum familjum at sett føtur undir egið borð.

Brandur Sandoy heldur lítla meining vera í, at landskassin tekur eina millión inn í mvg’ið frá ungum familjum, sum seta búgv – og síðan letur pengarnar spakuliga út aftur yvir eini 20-25 ár.

 

##med2##

 

- Í mínari verð gevur hetta slett onga meining. Tað hevði verið nógv betur, um íløgan í sethúsini var eini 20-25 prosent minni, og rentustuðulin var burtur, sigur hann.

Hann leggur aftrat, at hevði íløgan verið eini 20-25 prosent minni, hevði kravið til eginfígging eisini lækka samsvarandi.

- Tað er ein øgiligur munur hjá ungum familjum at noyðast at hava 800.000 krónur í eginfígging í staðin fyri einar 400.000 til 500.000 krónur, leggur Brandur Sandoy aftrat.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/soleidis-faa-tey-husini-upp-fyri-16-millionir

 

 

 

Brandur Sandoy hevur verið í byggivinnuni í nógv ár.