VIDEO: Soleiðis tapti KÍ fyri Borac Banja Luka aftaná longda leiktíð

(Video) Her eru málini frá dystinum Borac Banja Luka-KÍ 3-1 (2-1 - 1-0)

Ein ov lítil heimasigur á Tórsvølli kostaði KÍ at vinna seg í Play Off umfarið í Europa League.

 

Tað má staðfestast aftaná 1-3 tapið fyri Borac Banja Luka í Bosnia aftaná longda leiktíð. KÍ vann fyrra dystin á Tórsvølli 2-1.

 

Frásøgumennirnir hjá FM1, Rúni á Reynatrøð og Jóan Pauli Jacobsen høvdu nakrar ferðir á orði undir dystarfrásøgnini í farnu viku, at tað kundi gerast KÍ dýrt ikki at vinna 3-1 á Tórsvølli, og soleiðis bleiv tað tíverri.

 

KÍ kann tó enn røkka bólkaspælinum í Conference League, men tað krevur samlaðan sigur á finska fótbóltsrisanum, HJK Helsinki, ið hevur vunnið seg í bólkaspælið trý tey undanfarnu kappingarárini. Tó verður hitin væl lægri í Helsinki enn hitin í Banja Luka. Komandi vikuna fer hitin í Helsinki - sambært yr.no - at liggja millum 14 og 22 stig. Hitin var drepandi fyri KÍ í Banja Luka ígjár. 

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen frá dystinum hjá KÍ í Banja Luka.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Borac Banja Luka-KÍ 3-1 (2-1 - 1-0):

 

##med2##

 

Banja Luka – KÍ 2-1 (1-0) 3-1 eftir longda leiktíð - Banja Luka er samantaldur vinnari við málmuninum 4-3.

 

1-0: Nikola Sreckovic 17.

 

1-1: Deni Pavlovic 53.

 

2-1: Stefan Savic 82.

 

3-1: Bart Meijers 93.

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Deni Pavlovic, 28./Albert Ejupi, 69.)), Céderic Yambéré, Alexander Berntsson (Joseph Michael Williams, 106.), Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (Børge Petersen, 106.), René Shaki Joensen (Dan í Soylu, 111.), Kristoffer Ødemarksbakken (Mads Bo Mikkelsen, 83.) – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldsstovu Petersen, Pætur J. Petersen, Heini Vatnsdal, Latif Ahmed

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Jóannes K. Danielsen, Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Mark F. Jensen

 

Venjari: Espen Haug