Nú snýr tað seg hjá KÍ um Conference League

KÍ stríddist væl og leingi fyri lívinum, áðrenn tað í Bosnia Hersegovina var greitt, at plássið í EUROPA LEAGUE er gloppið av hondum

Tað gekk akkurát ikki hjá KÍ. Leikluturin hjá trífalda meistaraliðnum í EUROPA LEAGUE er av á hesum sinni. Vanliga leiktíðin endaði 2-1 til heimaliðið. Samantalda støðan var tí 3-3, og so var neyðugt við longdari leiktíð.

 

Tá skoraði heimaliðið longu eftir tríggjar minuttir og so var 3-1 og samantalt 4-3. KÍ helt høvdið kalt í øllum hitanum og royndi at svara aftur. Tað vóru spentar støður í heimabrotsteiginum, og eftir lítlari løtu avgreiddi Árni Frederiksberg trý hornaspørk.

 

Síðsta korterið spenti KÍ álopsbogan í roynd at javna og tiltuska sær brotssparkskapping. Hóast spælararnir vóru ógvuliga moyrir og troyttir, so var samanspælið gott, men tað eydnaðist ikki at skora málið ímóti heimamonnunum, sum løgdu dent á at verja og hugsaðu lítið um at leypa á. Næst við var innskifti Joseph Michael Williams, tá ið hann royndi seg við stútara eftir innlegg frá Jóannesi K. Danielsen, men bólturin fór skeivu megin stólpan, og so var Páll A. Klettskarð framvið, men aftur fór bólturin skeivu megin stólpan.

 

Nú rigga klaksvíkingar av suðuri á Balkan. Banja Luka fer tvey tey næstu hóskvøldini at kappast við Ferencvaros um pláss í UEFA EUROPA LEAGUE bólkaspælinum, meðan KÍ fær nýggjan møguleika at vinna seg í CONFERENCE LEAGUE bólkaspælið.

 

Í eftirmetingini av uppgerðunum ímóti bosniska liðnum ber tað ivaleyst til hjá klaksvíkingum at finna marginalirnar, sum vóru millum orsøkirnar til, at tað ikki í kvøld eydnaðist at vinna seg í bólkaspælið. Á Tórsvølli megnaði KÍ ikki at vinna nyttu úr, at klaksvíkingar í tað mesta av einum tíma vóru 11 ímóti 10. Heldur enn 3-1 og kanska 4-1 endaði dysturin 2-1.

 

Í kvøld bóru støður mál til mótstøðuliðið við sær, sum ikki hava verið so ofta at sæð. Tvey av málunum vórðu skorað eftir hornaspark, og triðja málið varð skorað við skoti av brotsteigarmarkinum, har Jákup B. Andreasen í fjør plagdi at verja fyri.

 

Innskifti Deni Pavlovic javnaði til 1-1 tíðliga í seinna hálvleiki. Tað var eftir fríspark úr vinstru frá Árna Frederiksberg. Hetta var sætta málið hjá Deni Pavlovic í europeisku kappingunum.

 

Vónbrotnu og troyttu klaksvíkingarnir fara nú at fokusera uppá dystin ímóti Víkingi mánakvøldið, áðrenn tað hóskvøldið verður nýggjur dystur í Europa.

 

Banja Luka – KÍ 2-1 (1-0) 3-1 eftir longda leiktíð

 

Á Gradski leikvøllinum hjá Banja Luka í Banjaluka í Bosnia Hersegovina

 

Dómarabólkur úr Bulgaria: Georgi Kabakov, Martin Margaritov, Diyan Valkov og Vladimir Valkov (4. dómari)

 

1-0: Nikola Sreckovic 17.

 

1-1: Deni Pavlovic 53.

 

2-1: Stefan Savic 82.

 

3-1: Bart Meijers 93.

 

Fyrri dysturin endaði 2-1 til KÍ og Banja Luka er samantaldur vinnari við málmuninum 4-3

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Deni Pavlovic, 28./Albert Ejupi, 69.)), Céderic Yambéré, Alexander Berntsson (Joseph Michael Williams, 106.), Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (Børge Petersen, 106.), René Shaki Joensen (Dan í Soylu, 111.), Kristoffer Ødemarksbakken (Mads Bo Mikkelsen, 83.) – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldsstovu Petersen, Pætur J. Petersen, Heini Vatnsdal, Latif Ahmed

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Jóannes K. Danielsen, Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Mark F. Jensen

 

Venjari: Espen Haug