Spyr um screening av monnum fyri prostatakrabba

Tingmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnu, um ætlanir eru um at screena menn frá 50 ára aldri fyri prostata

Tað ger Johan Dahl, tingmaður Sambandsfloksins, við í einum grein 52a fyrispurningi til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

 

 

 

 

 

Spurningarnir hjá Johan Dahl eru soljóðandi:

 

 

 

1.      Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at seta í verk tilboð um screening einaferð um árið av monnum frá 50-ára aldur fyri prostatakrabba?

 

Um ja, nær er ætlanin at seta í verk skipan við screening?

 

Um nei, hví verður screening ikki sett í verk?

 

2.      Hvørjir heilsufakligir fyrimunir og vansar eru við at seta í verk tilboð um screening av monnum fyri prostatakrabba - hvørjar eru royndirnar í útlandinum?

 

3.      Er ætlanin at lógaráseta møguleikar fyri screening av monnum fyri prostatakrabbamein, og er ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi tingsetu?

 

4.      Hvønn týdning hevur tað fyri eina evt. skipan tilscreening av monnum, at dygdargóðar og effektivar prostataskanningar nú kunnu gerast í Klaksvík við nýggja MR-skannaranum?

 

5.      Hvørji krøv verða til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum og øðrum starvsfólkum?

 

6.      Hvat kostar ein screeningskipan til menn at seta í verk?

 

7.      Hvørjar skipanir fyri screeinng av monnum fyri prostatakrabba eru í Norðanlondum?

 

Í viðmerkgin til spurningatr vísir Johan Dahl á, at kanningar úr øðrum londum vísa, eitt nú úr Danmark, at tað serliga er í aldrinum frá 50 ár, at sannlíkindini og vandin fyri at fáa prostatakrabba byrjar at vísa seg og serliga stór eru sannlíkindini í aldrinum millum 70-80 ár.

 

– Við regluligum kanningum ber betur til at viðgera krabba í prostata effektivt og annars fyribyrgja, at krabbin spreiðir seg o.a.

 

– Tá sannlíkindini og vandin fyri at fáa prostatakrabba veksur eftir 50 ára aldur, so eigur at verða kannað, um tað ikki er skilagott at geva eitt tilboð til allar menn í Føroyum um screening einaferð um árið. Møguleikin er serliga góður nú ein nýggjur framkomin MR-skannari er komin til landið, sum er sera væl egnaður júst til prostatakanningar. Tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur løgtingsmaðurin.

 

Landsstýriskvinnan hevur 14 dagar at svara spurninginum.