Steypakappingin kvinnur: B36 móti Víkingi og HB móti NSÍ

Drigið er til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum

Hanna Olsen úr Víkingi og Heðin Arge frá Televarpinum stóðu fyri dráttinum

FSF skrivar: - Nú er greitt, hvussu liðini møtast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Hálvfinalurnar vera spældar 27. august og 25. september.

 

Mikukvøldið var kastað lut um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.

 

Tað var Hanna Olsen, nevndarlimur í Víkingi, ið var gestur í sjónvarpsstovuni, sum hesaferð var í Sarpugerði, ið fekk heiðurin at trekkja.

 

Liðini, ið eru eftir í steypakappingini, eru NSÍ, Víkingur, B36 og HB, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at í fyrru hálvfinalunum, sum verða spældar týsdagin 27. august, møtast B36 og Víkingur, og HB og NSÍ.

 

Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 25. august, og tá spæla Víkingur og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og NSÍ og HB við Løkin í Runavík.

 

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober. Skrivar FSF.

 

 

 

Hanna Olsen úr Víkingi og Heðin Arge frá Televarpinum stóðu fyri dráttinum