Stjarnan verður mótstøðuliðið hjá Víkingi í hálvfinaluni

Fyrst í juli skulu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir royna at vinna seg í íslendsku steypafinaluna

Tað verður Stjarnan sum verður mótstøðuliðið hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini.

 

Tað bleiv staðfest tá íslendska fótbóltssambandið dróg til hálvfinalurnar hóskvøldið.

 

Dysturin verður spældur mikukvøldið 3. juli á vøllinum hjá Víkingi.

 

Hin hálvfinalan KA-Valur verður leikt á Akureyri, hóskvøldið 4. juli.

 

Steypafinalan verður leikt á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin 23. august.