Stórt rós til Landsverk

- Hetta hevur verið tað reina luksus øll tey 30 árini, eg var lærari við Gøtugjógv og koyrdi ímillum Hellurnar og skúlan

Jórun Eið Johannesen, ið gavst sum fólkaskúlalærari á sumri í 2019, koyrdi av Hellunum til Gøtugjáar í samfull 30 ár, og hon hevur alt gott at bera Landsverki fyri bæði kavarudding og salting øll hesi mongu ár.

 

- Teir gjørdu eitt megnar arbeiði, sum teir skulu eiga stórt rós fyri.

 

Vit hoyra ofta á vetrardegi, at ring líkindi eru um Heltnina á Oyndarfjarðarvegnum, men Jórun heldur, at hetta viðhvørt er eitt sindur yvirdrivið.

 

- Her kann bæði vera vindur og kavi, men her hevur Landsverk øll hesi ár gjørt eitt fantastiskt arbeiði.

 

Hon vísir á, at tá tað vóru løtur, har teir ikki gróvu út á Hellurnar, lá landið lamið kortini, tí tá vóru líkindini so vánalig, at tað slett ikki var ráðiligt at fara í bil.

 

- Eg vil siga tað soleiðis, at ert tú sloppin úr túninum við bilinum, hevur luturin hjá Landsverki ikki ligið eftir, sigur hon.

 

Í so máta heldur Jórun Eið Johannesen ikki, at tað hevur verið nakar trupulleiki at búð á Hellunum og arbeitt við Gøtugjógv.