Suðringar vunnu stig á Argjum

1. DEILD: Tað eydnaðist ikki argjamonnum í dag at vinna seg á heiðursmerkjapláss

Mynd: AB

Setningurin hjá AB á heimavølli í dag at vinna fulla úrtøku ímóti FC Suðuroy. Sigurin hevði borið við sær, at AB hevði vunnið seg upp á heiðursmerkjapláss. Men tað eydnaðist ikki AB at vinna fulla úrtøku ímóti FC Suðuroy.

 

Úrslitið var 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er næstfremst við 23 stigum, og at AB er á fimta plássi við 20 stigum.

 

Bartal Skaalum Petersen legði AB á odda 1-0. Tá var ein hálvur tími farin, og tað var við skoti av brotsteigarmarkinum, at Bartal sendi bóltin í netið. Hetta var fjórða ferðin í ár, at Bartal var málskjútti. Uppleggið átti Rói Olsen, sum nú er fluttur úr EB/Streymi og út á Argir. Hetta var fjórðu ferð í ár, at Bartal Skaalum Petersen var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Fimm minuttir seinni javnaði FC Suðuroy. Málskjútti var Hans Fríður Müller, og uppleggið átti John Villi Leo Wøldike. Hetta var aðru ferð í ár, at Hans Fríður Müller var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Um eina viku fær FC Suðuroy á jóansøku vitjan av NSÍ, og annan sunnudag fer AB at spæla á útivølli ímóti TB.

 

Mynd: AB