- Vit mugu hava eina trygga og góða farleið, meðan bíðað verður eftir undirsjóvartunlinum. Hana hava vit ikki við Smyrli einsamøllum, soleiðis sum støðan er í dag, sigur Bjarni Johansen

Mugu hava eina nógv tryggari farleið

- Eg hopi, at tað fyrsta, sum verður lagt fyri løgtingið eftir ólavsøku, verður ein verklagslóg um ein Suðuroyartunnil, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen

 

- Vit mugu hava eina trygga og góða farleið, meðan bíðað verður eftir undirsjóvartunlinum. Hana hava vit ikki við Smyrli einsamøllum, soleiðis sum støðan er í dag, sigur Bjarni Johansen

Samferðsluviðurskiftini fylla nógv hjá suðuroyingum og júst, meðan Føroyar verða samanbundnar við undirsjóvartunlum og nýggjum og betri tunlum á landi, er Smyril farin at eldast, og mangt bendir á, at reglusemi á suðuroyarleiðini bara verður verri og verri.

- Soleiðis, sum vit hava skilt, skal Smyril í dokk á hvørjum ári frá næsta ári at rokna, og vit hava sæð, hvørjar avbjóðingarnar eru, tá skipið ikki er tøkt á suðuroyarleiðini.

Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu. 

 

Sjálvsagt er høvuðsynskið hjá flestu suðuroyingum, at oyggjin fær fæst samband við meginøkið við einum undirsjóvartunli, eins og meginparturin av Føroyum, sum áður var útjaðari, longu hevur fingið.

- Eg havi velduga stórt álit á teimum, sum standa aftan fyri verkætlanina við einum suðuroyartunli, og hesir prógvaðu veruliga sítt virði við stóru verkætlanini við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum.

Borgarstjórin vísir á, at ongantíð hoyrdi tú eitt einasta orð um, at verkætlanin ikki gekk, sum hon skuldi – ei heldur, at her stóð á at fáa fíggingina og pengarnar at røkka til alla verkætlanina.

- Tað er púrasta greitt, at Sandoyartunnilin er ein fantastisk verkætlan, og tað er líka so greitt, at virðið í verkætlanini verður so mikið størri, tá hon eisini verður partur av einari farleið, sum eisini røkkur okkum her suðuri.

Bjarni Johansen sigur, at tað er hansara inniliga vón, at tað fyrsta, sum verður lagt fyri løgtingið eftir ólavsøku, verður ein verklagslóg um ein suðuroyartunnil, sigur hann.

- Tað eru fólk, sum vita, hvat tey tosa um, sum nú arbeiða við hesi verkætlan, og eg má bara siga, at lat tey fyri Guds skyld arbeiða víðari, soleiðis at politiski myndugleikin longu beint eftir ólavsøku kann koma í tingið við einari verklagslóg, leggur hann aftrat.

 

Øll vita, at tað fer at taka nøkur ár, áðrenn ein suðuroyartunnil verður veruleiki og koyrandi verður millum Suðuroynna og meginpartin av Føroyum.

- Vit mugu hava eina trygga og góða farleið, meðan bíðað verður, og hana hava vit ikki við Smyrli einsamøllum, soleiðis sum støðan er í dag.

Borgarstjórin vísir á, at farmaflutningurin á farleiðini er stórur, og tað er ferðafólka-og persónbilastreymurin eisini.

- Tað vísti seg nevniliga, at bæði tá vit fingu Vágatunnilin í 2002 og Norðoyatunnilin í 2006, at flutningstørvurin vaks, og soleiðs var eisini, meðan bíðað eftir, at Sandoyartunnilin varð liðugur.

Bjarni Johansen heldur tað tí vera avgerandi neyðugt, at eitt skip aftrat kemur á suðuroyarleiðina, tí tað verður neyðugt kortni – ikki minst, nú vit vita, at Smyril er við at gerast gamal og slitin.

- Tað er bara ein veruleiki, at vit hava alt ov nógvar avlýsingar á suðuroyarleiðini sum er, staðfestir borgarstjórin.

 

##med2##

 

Í løtuni búgva 11 fólk færri í Vágs kommunu, enn tað búðu her fyri júst einum ári síðan.

- Tað hevur verið eitt sindur upp og niður við fólkatalinum, og beint í løtuni eru vit so heldur færri, enn vit vóru um somu tíð í fjør.

Borgarstjórin heldur tað vera avgerandi neyðugt, at Suðuroyggin fær eina betri og tryggari samferðslu beinanvegin, sum verður møgulig við einum hóskandi skipi aftrat, og at suðuroyingar eisini kunnu síggja fram til, at her verður fast samband um nøkur ár.

- Hetta er tað, vit droyma um, og hetta er tað, sum má koma, nú meginparturin av Føroyum annars er samanbundin. Tað kann ongantíð vera rætt, at vit her suðuri, sum hóast alt telja ein fittan part av samlaða fólkinum, ikki eisini verða knýtt upp í meginøkið, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.

 

 

 

- Vit mugu hava eina trygga og góða farleið, meðan bíðað verður eftir undirsjóvartunlinum. Hana hava vit ikki við Smyrli einsamøllum, soleiðis sum støðan er í dag, sigur Bjarni Johansen

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu