Svenski miðbankin lækkar renturna – fyrstu ferð í átta ár

Tað er fyrstu ferð í yvir átta ár, at tað hendir. Miðbankin nevnir møguleikan fyri fleiri rentulækkingum

Svenski miðbankin, Riksbanken, hevur góð tíðinda fyri svenska búskapin og svensku húsaeigararnar.

Miðbankin lækkar í dag leiðandi rentuna við 0,25 prosentum til 3,75 prosent.

Tað er fyrstu ferð í yvir átta ár, at tað hendir, og tað kemur eftir eitt tíðarskeið, har miðbankin hækkaði rentuna tíggju ferðir á rað.

Miðbankin nevnir harafturat møguleikan fyri at lækka rentuna enn meira komandi tíðina.

– Um inflatiónsvánirnar halda sær, kann leiðandi rentan lækkast tvær ferðir afturat í seinni í ár, skrivar Riksbanken í tíðindaskrivi.

/ritzau/