Tað er stórt mannfall í Gundadali

Fleiri av teimum, sum higartil hava verið fastir menn, eru á beinkinum ella ikki á listanum

Magne Hoseth og B36 hita nú upp til fyrsta dystin síðani venjaraskiftið í B36.

 

Mótstøðuliðið í Gundadali nú klokkan 17 er B68, og tað er felags fyri bæði árstalsfeløgini, at talan er um fleiri broytingar síðani seinast.

 

Hjá B36 er tað merkisvert, at Símun Sólheim, sum fleiri tær seinastu ferðirnar hevur verið miðverji, í dag er á beinkinum. B36 miðverjuna manna Vilmer J. Rønnberg, sum leingi hevur verið skaddur, og Thomas Lillo. Millum aðrar á beinkinum eru Bjarki C. Nielsen og Marius Kryger Lindh, sum higartil í ár hava verið millum teir mest eyðsýndu, og Michal Przybylski, sum leingi hevur verið skaddur.

 

Hjá B68 eru bæði Sebastian Lau Nielsen og Hanus Højgaard á beinkinum. Teir hava higartil í ár verið millum teir eyðsýndastu hjá B68.