Tað eru 14 vikur síðani HB tapti

Síðsta tapið var í Sarpugerði, har Víkingur í kvøld er vertur fyri HB í kapping um finalupláss í steypakappingini

Klokkan 18.30 hittast tvey tey bestu fótbóltsliðini í Føroyum í løtuni. Í landskappingini eru tey topplið, sum liggja borð um borð við 36 stigum. Í steypakappingini fara Víkingur og HB í kvøld at kappast um, hvat av hesum báðum liðunum skal vera favorittur, tá ið steypafinalan verður á skrá einaferð í heyst.

 

HB fyrireikar seg at fara norður til Gøtu við 1-0 leiðslu í viðførinum. Leiðslan varð vunnin í fyrru hálvfinaluni, sum var mikudagin 29. mai, tá ið Jakob Johansson skoraði sigursmálið longu í 13. minutti.

 

HB hevur leingi verið á aldukambinum. HB hevur vunnið allar dystirnar síðani 15. mars, tá ið tað í øðrum umfari endaði við 2-1 tapi. Tað var ímóti Víkingi í Sarpugerði, har Víkingur og HB aftur hittast í kvøld. Síðani 2-1 heimasigurin í landskappingini ímóti HB hevur Víkingur tvær ferðir tapt. Fyrra ferðin var 12. mai, tá ið landskappingardystur í Klaksvík endaði við 2-1 tapi, og so var tað 29. mai at Víkingur í fyrru hálvfinaluni tapti 1-0 á útivølli ímóti HB.

 

Í fjør var tað í Sarpugerði og ímóti HB, at víkingaliðið varð varpað úr steypakappingini. Tað var í fyrsta umfari. Eftir longda leiktíð vann HB 2-1. HB vann steypakappingina í fjør. Finalan var ímóti B68, og tað var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn HB hevði tryggjað sær sigurin. Eftir longda leiktíð var tað framvegis málleysur javnleikur.

 

HB hevur vunnið steypakappingina 29 ferðir. Víkingur hevur vunnið seks steypafinalur. Síðsta ferðin, at Víkingur var steypavinnari, var í 2022, tá ið finalan ímóti KÍ endaði við 1-0 sigri ímóti KÍ. Sølvi Vatnhamar skoraði sigursmálið við brotssparki, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.

 

Seinnu hálvfinalurnar í dag

 

Víkingur – HB: Eiler Rasmussen kl. 18.30

 

B36 – TB: Dagfinn Forná kl. 17.30