Tap til bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini

Tað gjørdist eitt slakt kvøld hjá Sävehof og Hallby

Bæði føroyingaliðini vóru í kvøld í leiki í triðseinasta umfarinum í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof hava fyri langari tíð síðani tryggjað sær fyrsta plássinum í grundspælinum, og tí eru ongar alarmklokkur aftaná greiða 26-33 tapinum fyri Hammarby á útivølli. Í steðginum var Hammarby á odda 16-12.

 

Óli skoraði fimm mál og var næstbesti málskjúttin hjá Sävehof.

 

Sävehof er fremst við 39 stigum. Hammarby er nummar tvey við 33 stigum, men kann í mesta lagi røkka 37 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Sävehof heimadyst móti Kristianstad í Partille. Sävehof tapti meistaraskapsfinalurnar 2-3 fyri Kristianstad farna kappingarár, og tí er okkurt at hevna hjá Óla og liðfeløgunum.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby taptu tepurt 36-38 fyri Ystad á útivølli. Í steðginum var Ystad á odda 19-17. 

 

Rói skoraði fýra mál í dystinum.

 

Hallby er nummar 11 og fjórðaftast við 17 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika. 

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 tekur Hallby móti Hammarby á heimavølli. 

 

Grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini endar skírisdag 28. mars.