TB-sirenan er við á ferðini til Havnar

TB ger nógv burturúr seinnu hálvfinaluni

Mynd: André Dalfoss

Mynd: André Dalfoss

- TB-Sirenan verður at hoyra so skjótt sum Smyril er komin inn um molan. 

 

Tað sigur André Dalfoss, formaður í TB.

 

TB-sirenan er ein serlig ímynd av elsta felagnum í landinum.

 

TB skipar fyri upphiting í OY frá klokkan 15. TB-viðhaldsfólkini fara at ganga skrúðgongu frá OY og oman í Gundadal.

 

Seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og TB á ovari vølli í Gundadali byrjar klokkan 17.30.

 

TB vann fyrru hálvfinaluna 1-0.

 

 

 

Mynd: André Dalfoss

Mynd: André Dalfoss