TB svaraði aftur í Gundadali

1. DEILD: Tað endaði javnt, eftir at B36 var frammanfyri við tveimum málum, inntil tað restaði eitt korter

B36 er topplið í næstbestu deildini, og í dag tóktist tað sum um, at B36 var á veg ímóti tryggum sigri ímóti TB. Heimaliðið í Gundadali var frammanfyri 2-0, inntil tað restaði eitt korter. So svaraði TB aftur, og eftir at hava skorað í 74. minutti og aftur, tá ið tað restaðu tveir minuttir, kendist tað sum um, at TB hevði vunnið eitt stig, og at B36 hevði tapt tvey stig.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur.

 

B36 setti hol á seks minuttir eftir steðgin, og bæði í hesum førinum og tá ið B36 20 minuttir undan dystarenda økti um munin til 2-0, átti Lars S. Enevoldsen, sum er hjálparvenjari hjá besta liðnum, stóran leiklut. Hann átti uppleggið, tá ið Carl Mikkelsen skoraði fyrra málið, og hann skoraði til 2-0.

 

TB svaraði aftur, tá ið eitt stórt korter var eftir. Málskjútti var Olivur Renéson Thomsen eftir upplegg frá beiggjanum Jóhan Renéson Thomsen.

 

Tveir minuttir undan leikloki var tað Aron Arnholdsson, ið varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin, sum javnaði. Hetta var fyrsta málið í næstbestu deildini hjá 17 ára gamla Aron Arnholdsson, sum í dag sambært FaroeSoccer var fyri áttandu ferð á besta TB liðnum.

 

B36 er topplið við 18 stigum, og TB er á sjeynda plássi við 10 stigum.

 

Annan sunnudag fær TB vitjan av HB, og B36 fer leygardagin um eina viku at spæla á útivølli ímóti NSÍ.