TB vann seg í hálvfinalurnar aftaná brotssparkskapping

Gilli Rólantsson skoraði fimta og avgerandi brotssparki

TB úr næstbestu deildini er millum fýra tey seinastu liðini í kappingini um løgmanssteypið.

 

TB vann á heimavølli við Stórá 6-5 á B68 úr bestu deildini aftaná brotssparkskapping.

 

Avgerandi brotssparkið tók Gilli Rólantsson sær av, og fagnaðurin aftaná sigursmálið hjá Gilla man vera ein tann størsti, ið er sæddur síðani seinasta meistaraheitið hjá TB í 1987.

 

Tað var bara Karstin Clementsen hjá B68, ið brendi í brotssparkskappingini, tá málverjin hjá TB, Anders Tønnesen bjargaði skotinum hjá Karstini. Anders Tønnesen gjørdi ikki mætari enn at skjóta tað næsta brotssparkið og leggja TB á odda 3-2 í brotssparkskappingini.

 

Í vanligu leiktíðini var tað Hanus Højgaard, ið legði B68 á odda í 48. minutti. Tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Nikolei Johannesen til 1-1.

 

Samlaða talið av málroyndum vísti sambært dystir.fo 20-12 til B68, men TB var omaná í tí alt avgerandi statistikkinum.

 

TB-B68 6-5 (1-1) eftir brotssparkskapping - fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið

 

0-1 Hanus Højgaard (48.)

 

1-1 Nikolei Johannesen (79.)

 

----------------------------------

 

1-2 Bartal Páll Klein

 

2-2 Nikolei Johannesen 

 

2-3 Sebastian Lau Nielsen

 

3-3 Olivur Renéson Thomsen

 

3-3 Karstin Clementsen brendi/Anders Tønnesen bjargaði

 

4-3 Anders Tønnesen 

 

4-4 Ragnar Samuelsen

 

5-4 Einar Thorsteinsson

 

5-5 Áki Johannesen

 

6-5 Gilli Rólantsson