Ten Hag: Tað er uppiborið at Rashford ikki er við til EM

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United stuðlar avgerðini hjá enska landsliðsvenjaranum

Marcus Rashford var rættiliga vónsvikin av, at hann ikki var millum teir kosnu hjá Gareth Southgate til enska EM-hópin.

 

Men høvuðsvenjarin hjá Manchester United, har Marcus Rashford hevur sáttmála stuðlar avgerðini hjá Gareth Southgate ikki at taka út Rashford til enska EM-hópin.

 

- Jack Grealish og Marcus Rashford avrikaðu ikki nóg væl í farna kappingarári. Og tá ein ikki avrikar nógv væl, so er vandin, at ein ikki verður tikin út til landsliðið, segði høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Erik Ten Hag á pressufundi. 

 

Erik Ten Hag heldur, at Ongland fer at standa seg væl í EM-endaspælinum: - Ongland hevur ein fantastiskan hóp, og tí eru teir favorittar. Ongland hevur eftir mínum tykki besta miðvøllin í allari EM-kappingini, sigur Erik Ten Hag. 

 

Farna kappingarár skoraði Marcus Rashford átta mál og legði upp til fimm mál í dystum fyri Manchester United. Tað er langt undir miðal hjá honum. 

 

Millum leysasøgurnar eru, at PSG hevur áhuga í Marcus Rashford, men tað er ikki váttað.