Final Four: THW Kiel er greiður "underdog" móti Barcelona

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Kiel spæla Champions League hálvfinalu klokkan 17 í dag

Í hesum døgum er Final Four í Champions League í hondbólti hjá monnum í Lanxess høllini í Köln. Evropeiska hondbóltssambandið hevur boðað frá, at Lanxess høllin í Köln verður karmur um Final Four í Champions League fram til 2030. 

 

Klokkan 14 spæla Magdeburg og Aalborg hálvfinalu, og klokkan 17 spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hálvfinalu móti Barcelona. Fyri Elias er tað barndómsdreymurin, ið gongur út at sleppa at spæla dystir í Final Four í Champions League, og allar Hondbólts-Føroyar fara at heppa á Kiel seinni í dag. Tað vera eisini føroyskir áskoðarar til staðar í Lanxess høllini.

 

Tíverri sæst dysturin ikki á teimum vanligu rásunum hjá Televarpinum. Stroyming til dystin kann keypast HER.

 

Barcelona hevur vunnið 29 dystir av 30 møguligum, og hevur leikt ein dyst javnan í bestu sponsku deildini. Málmunurin eftir teir 30 dystirnar er 1161-772. Danski málverjin, Emil Nielsen hevur í júst farna kappingarárinum í Spania bjargað 38,63% av málmøguleikunum hjá mótstøðuliðunum. Í bólkaspælinum í Champions League hevur Barcelona tó tapt tríggjar av 14 dystum. Teir vunnu tó sannførandi samanlagt 62-53 á Paris Saint Germain í fjórðingsfinalunum.

 

Barcelona er eisini greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Kiel, og liðið hjá Eliasi er greiður "underdog" í hálvfinaluni. 

 

Miðaloddsini upp á sigur til Barcelona eru 1,29.

 

Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 10,20.

 

Miðaloddsini upp á sigur til THW Kiel eru 4,81.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##