U16: Hasar skulu til European Open

Venjararnir, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið hesar U16-kvinnurnar til European Open, sum verður 1. til 5. juli í Gøteborg

Venjararnir, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið hesar U16-kvinnurnar til European Open, sum verður 1. til 5. juli í Gøteborg. 20 lond luttaka í kappingini og verður leikt í 4 bólkum við 5 liðum í hvørjum bólki. Bólkabýtið sær soleiðis út:

 

Bólkur A: Týskland, Niðurlond, Sveis, Slovakia, Finnland

 

Bólkur B: Kroatia, Noreg, Ísland, Føroyar, Litava

 

Bólkur C: Frakland, Svøríki, Portugal, Pólland, Turkaland

 

Bólkur D: Ungarn, Rumenia, Kekkia, Spania, Kýpros

 

Liðini, sum enda nummar eitt og tvey í hvørjum bólki, koma víðari til A-endaspælið og spæla um plássini eitt til átta. Liðini, sum enda nummar fýra, fimm og seks spæla B-endaspæl um plássini 9 til 20. Ovastu sjey liðini í kappingini vinna pláss í 2025 European Youth Olympics í Skopje Norðurmakedonia.

 

Málverjar:

 

Bára Vatnhamar, H71

 

Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin

 

Útispælarar:

 

Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF

 

Anna Katrina Poulsen, StÍF

 

Amilia Agnarsdóttir, VÍF

 

Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71

 

Halla Haldansen, VÍF

 

Bára Holm í Innistovu, VÍF

 

Dinna Lamhauge, Tjaldur

 

Anna á Borg, H71

 

Vár Leo Mortansdóttir, Neistin

 

Bjørk Mariusardóttir, StÍF

 

Emily Andresen, Kyndil

 

Arina Høgnadóttir Wang, Neistin

 

Elinborg Kunoy, VÍF

 

Sára Thorleifsson, VÍF