U17: Hópurin til Baltic Cup úttikin

Eyðvør Jakobsen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í Baltic Cup 2024 fyri U17-landslið við gentum

Eyðvør Jakobsen hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til EM-undankapping í Albania - Mynd: Bjarni Enghamar

Eyðvør Jakobsen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í Baltic Cup 2024 fyri U17-landslið við gentum. Kappingin verður í Estlandi frá 27. juni til 4. juli, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tríggir dystir eru á skránni, tá U17-landsliðið við gentum um mánaðarskifti juni-juli fer til Estlands at taka lut í Baltic Cup. 29. juni skulu okkara gentur royna seg ímóti vertstjóðini, Estlandi, 1. juli spæla Føroyar og Lettland, og 3. juli er mótstøðulandið Litava.

 

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17-gentunum, og hon hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar til Baltic Cup 2024.

 

Hópurin:

 

Sára Kristiansen, BSF (Danmark)

 

Hanna Ellefsen, BSF (Danmark)

 

Ida Joensen, Brønderslev (Danmark)

 

Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík

 

Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Hoyvík

 

Tóra Vatnhamar Olsen, HB

 

Silja Ragnarsdóttir Trier, HB

 

Karla Sjóstein, KÍ

 

Ranja Joensen, KÍ

 

Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ

 

Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ

 

Kára Askham Sigurðsson, KÍ

 

Elisabeth Norðoy Vilhelmsen, KÍ

 

Durita Vón Vidtfeldt, MB

 

Sara Benjaminsen, Skála

 

Hansina Nesá, Víkingur

 

Reima Isaksen, Víkingur

 

Fríða Lamhauge, Víkingur

 

Eyðvør Jakobsen hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til EM-undankapping í Albania - Mynd: Bjarni Enghamar