U18-manslandsliðið er úttikið

Venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson, hava úttikið hópin til fyrireikingarkapping í Lübek í Týsklandi í juni og U18 EM-endaspælið í Montenegro í august

Venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson, hava úttikið hópin til fyrireikingarkapping í Lübek í Týsklandi í juni og U18 EM-endaspælið í Montenegro í august.

 

Fyrireikingarkappingin er Nations Cup, sum verður spæld í sambandi við Handball Days í Lübeck í Týsklandi í døgunum 27. – 30. juni. Her sær skráin hjá Føroyum soleiðis út:

 

Hósdagin kl. 19.30 Føroyar – MTV Lübeck

 

Fríggjadagin kl. 17.30 Føroyar – Týskland

 

Sunnudagin kl. 09.00 Føroyar – Niðurlond

 

Dystirnir verða stroymdir og eru tíðirnar omanfyri føroyskar. Til EM-endaspælið í august eru Føroyar komnar í bólk saman við Íslandi, Montenegro og Italia. Føroyar hava møtt Íslandi 4 ferðir í hesum árganginum. Ísland hevur vunnið allar 4 dystirnar, men hevur málmunurin ikki verið stórur.

 

Montenegro hevur ikki spælt nakran altjóða skrásettan dyst við hesum árganginum enn, og tískil fyriliggur eingin meting av hesum liðnum. Italia vann seg til EM-endaspælið við at vinna á Litava og spæla javnleik móti Grikkalandi í undankapping. Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Mikudagin 7. august Ísland – Føroyar

 

Hósdagin 8. august Føroyar – Montenegro

 

Leygardagin 10. august Føroyar – Italia

 

Málverjar:

 

Ingi Johannesen, H71

 

Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

 

Vinstri vengur:

 

Jákup Egholm, Ikast FS (bert Montenegro)

 

Torkil S. Debes Dahl, EB (bert Týskland)

 

Høgri vengur:

 

Magnus Árason, Ikast FS

 

William Napoleon Djurhuus, H71

 

Strikur:

 

Helgi Jakob Haldorsson, H71

 

Erling Erlendsson, Kyndil

 

Jón Eyðunsson Midjord, H71

 

Bakspælarar:

 

Filip Haldansen, Vejle IES

 

Pauli Rasmussen, StÍF

 

Lýðar í Dímun, Ikast FS

 

Rúnar Hammer, Bjerrringbro-Silkeborg

 

Haraldur Karlsson, H71

 

Fríði Holm í Innistovu, VÍF

 

Jógvan Andreas Lamhauge, H71

 

Magnus Rubek Carlsen, H71

 

Málverjavenjari er David Henigman og liðleiðari Høgni Vilhelmsen.