Væl umtóktu meldurbøkurnar eru aftur

Nú eru væl umtóktu myndabøkurnar um Meldurbýin aftur at fáa. Stóru pappbøkurnar eru um ein bý og alt sum hartil hoyrir, við húsum og gøtum og óteljandi lutum.

Bøkurnar siga onga søgu við orðum, men myndirnar vísa nógvar smáar søgur, sum fara fram ein vetrar-, vár-, summar- ella heystdag í Meldurbýnum. Smábørn kunnu sita leingi og hyggja at øllum smálutunum á myndunum. Pappageykurin Niko fær alt upp í ein ellubita, klárar tú at finna hann á øllum síðunum?

 

Meldurbøkurnar komu av fyrstan tíð út í 2006-08 og hava verið útseldar í nógv ár. Nú eru tær endiliga aftur. Týska Rotraut Susanne Berner hevur gjørt VármeldurbókSummarmeldurbókHeystmeldurbók og Veturmeldurbók, og Marna Jacobsen týddi til føroyskt.

 

 

 

Náttarmeldurbók kemur í august!

 

Aftrat uppafturprentaðu meldurbókunum um árstíðirnar kemur ein spildurnýggj meldurbók út í august: Náttarmeldurbók.

 

Tað er nátt í Meldurbýnum. Fólk og djór sova friðarliga – í øllum førum summi. Onnur er akkurát nú á veg onkrastaðni og uppliva alt møguligt spennandi á lesináttini á bókasavninum, á tjóvaveiðu ella í garðveitsluni. Rotraut Susanne Berner vísir tær flagsandi flogmýs, gongutúrar í mánalýsi og fjálgar sengur og alt tað, sum gongur fyri seg eina lýggja summarnátt í meldurbýnum.

 

Beinir Bergsson týddi úr týskum.

 

##med2##