Vágaverk, Frændur og Páll Finnur Páll spæla á jóansøku

Ikki so ofta á palli saman longur, sum fyrr, men á jóansøku í Vági verður møguleiki at uppliva Frændur á palli.

Á jóansøku í ár verður ein stór jóansøkukonsert á økinum við Gamla skúla í Vági.

 

Leygarkvøldið á jóansøku, tann 22. juni, verður ein tónleikakonsert vesturi á økinum við Gamla skúla. Á pallinum fara Vágaverk, Frændur og Páll Finnur Páll at framføra.

 

Jóansøkukonsertin byrjar á miðnátt og tað er ókeypis at koma inn á økið.

 

Umframt tónleik, so fara ítróttarfeløgini at hava ymsar sølubásar á økinum og skeinkistaðið Hjá Jugga, ið liggur tætt við, hevur opið, skrivar vagur.fo.

 

Ikki so ofta á palli saman longur, sum fyrr, men á jóansøku í Vági verður møguleiki at uppliva Frændur á palli.