Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali fara leygardagin, páskaaftan klokkan 18 at spæla ein tann størsta dystin í søguni hjá Vali.
Í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík tekur Valur komandi leygarkvøld móti rumenska liðnum, Steau Bukarest í seinnu European Cup fjórðingsfinaluni.
Valur vann fyrru fjórðingsfinaluna í Bukarest 36-35 (18-14), og stendur tí á gáttini til at røkka hálvfinalunum í European Cup.
Valur fekk í kvøld eina góða upptakt á heimavølli, tá Grótta kom á vitjan í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Vali at vinna dystin 26-24. Grótta sum gav góða mótstøðu í kvøld var á odda 12-11 í steðginum.
Allan skoraði trý mál fyri Val í kvøld.
Valur er nummar tvey í bestu íslendsku deildini við 32 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðið, FH sum hevur 33 stig.