Valur tapti 1. hálvfinaluna

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali máttu lúta fyri Afturelding

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld 1. hálvfinaluna í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á útivølli móti Afturelding.

 

Tá fýra minuttir vóru eftir var Valur á odda 25-24, men seinastu fýra minuttirnar skoraði Afturelding fýra mál uttan, at Valur megnaði at svara aftur.

 

Gongdin í dystinum Afturelding-Valur var sambært Morgunblaðnum hendan:  3:3, 6:6, 11:9, 11:11, 14:14, 17:15, 17:17, 18:18, 18:21, 22:23, 24:24, 28:25.

 

Hóskvøldið 2. mai spælir Valur aðru hálvfinaluna móti Afturelding á heimavølli í høllini í Hliðarenda í Reykjavík.

 

Áðrenn tað, komandi sunnudag klokkan 16 skal Valur spæla seinnu European Cup hálvfinaluna á útivølli móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare.

 

Valur vann fyrru hálvfinaluna á heimavølli við 36-28, og hevur tí ein gyltan møguleika at vinna seg í finaluna.