Víkingur gjørdi ein ordiligan vørr

1. DEILD: Fyri fyrstu ferð í ár fóru sandoyingar í kvøld av heimavøllinum við ongum stigi

Tríggir av óføru víkingunum, sum í kvøld vóru við til at vinna 3-0 á útivølli ímóti B71 – Hans Jákup Arngrímsson, Jónatan Lervig og Bjørn Bakk Bjarkhamar. Mynd: Víkingur.fo

Tað hevur gingið væl hjá B71 á heimavølli higartil í ár og harvið síðani tunnilin undan jólum læt upp. Úrtøkan í fýra teimum fyrstu heimadystunum var tríggir sigrar og málleysur javnleikur ímóti TB.

 

Í kvøld vendi tað heilt øðrvísi, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi vóru á vitjan. Undan dystinum í kvøld var B71 á  øðrum plássi við 16 stigum fyri sjey dystir, meðan Víkingur var á áttanda plássi við sjey stigum.

 

Men í kvøld var eingin ivi um, at tað var Víkingur, sum var omaná. Víkingur vann 3-0, og hagtølini siga, at Víkingur vann átta hornaspørk, og at B71 vann trý hornaspørk. Víkingur hevði fimm royndir ímóti heimamálinum, meðan B71 hevði tvær royndir ímóti málinum hjá Víkingi.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, legði Víkingur seg á odda 1-0. Málskjútti var Óla Kristian Skála Jacobsen, sum av brotsteigarmarkinum og við frísparki sendi bóltin í málið aftanfyri Klæmint Olsen. Hetta var aðru ferð í ár, Óla Kristian var millum málskjúttarnar.

 

Í 65. minutti varð B71 undirmannað, tí Eduardo Coimbra sá gula kortið fyri aðru ferð. Og tveir minuttir seinni sendi Áki Magnussen við høvdinum bóltin í málið, og so var 2-0 til Víking. 19 ára gamli Áki Magnussen hevur seinastu árini verið illa skaðadarvaður. Nú er hann komin fyri seg, og í kvøld skoraði hann fyrsta málið síðani 27. august í 2022, tá ið Víkingur í 1. deild vann 2-1 á heimavølli ímóti B71.

 

Í 94. minutti var tað Rani Hansen, sum staðfesti 3-0 sigurin. Tað var eftir mistak í B71 verjuni. Hetta var fimta málið hjá Rana, sum er toppskjútti hjá Víkingi í 1. deild.

 

 

 

8 umfar

 

KÍ – NSÍ 0-0

 

B71 – Víkingur 0-3 (0-1)

 

0-1: Óla Kristian Skála Jacobsen 45.+1

 

0-2: Áki Magnussen 67

 

0-3: Rani Hansen 94.

 

 

 

Í morgin

 

FC Hoyvík – AB: Høgni Madsen kl. 16.00

 

B36 – TB: Áki Leitisstein Hansen kl. 13.30

 

FC Suðuroy – HB: Leivur Zachariassen kl. 13.30

 

 

 

Støðan

 

B36752016517
B71851212916
NSÍ7331111012
FC Suðuroy632112611
AB732211611
Víkingur8314161310
831491210
TB72321089
HB70257192
FC Hoyvík70162181

Tríggir av óføru víkingunum, sum í kvøld vóru við til at vinna 3-0 á útivølli ímóti B71 – Hans Jákup Arngrímsson, Jónatan Lervig og Bjørn Bakk Bjarkhamar. Mynd: Víkingur.fo