Veddingarfyritøkurnar hella til ein B68-sigur

Her eru oddsini upp á fjórðingsfinaluna millum TB og B68, ið byrjar klokkan 14 í dag

Seinnapartin klokkan 14 byrjar fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið við Stórá í Trongisvági, har TB tekur móti B68.

 

TB er nummar sjey í næstbestu deildini við 10 stigum, meðan B68 er næstaftast í Betrideildini við bert einum stigi.

 

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin við Stórá hella til ein sigur til B68, men talan er ikki um nakra stóra favorittstøða til toftamenn.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,90 og 3,03.

 

Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,75 og 3,98.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,00 og 2,09.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##